Get all 12 ORKA releases available on Bandcamp and save 25%.
Includes unlimited streaming via the free Bandcamp app, plus high-quality downloads of All At Once, Atlantic, Glory Dust, Operation Valentine, Juno, <13, Dimmalætting [Extended Mix], Vað, and 4 more.
1. |
||||
FJØLLINI STANDA ÚTI
Fjøllini standa úti
Huld í támi og surrandi flugum
Sveipað í vindi
Og lítla ljóðinum frá svongum rótum
Áirnar stoyta seg út í onki
Fjøllini syngja
Sum stórir operasangarar klæddir í grasi
Syngja fjøllini
Leggi stetoskopið móti bringuni
Eitt hjarta av gróti og vatni
Dukar móti oyrunum
Eg spyrji hjartað
Hvussu hevur tú tað
Fjøllini standa einsamøll úti
Ongin bjóðar teimum inn
Míni fjøll standa køld úti í myrkrinum
Tey frysta
Míni fjøll
Stórar rúgvur av sjúkum gróti
Fjøllini líða av svøvnloysi
Leggi stetoskopið móti einum blomstri
Gjøgnum tveir plastikkleidningar
Angar klænt lív
Fjøllini hava fepur
Míni fjøll syngja í ørviti
Anga av rósum og villum jarðberum
Fjøllini sleppa ikki út um kvøldarnar
Onki hotell tekur ímóti teimum
Tað er kalt at hava stjørnurnar til tekju
|
||||
2. |
Livandi oyða (Live)
04:29
|
|||
LIVANDI OYÐA
Okkara oydnu høgu fjøll
Meinlík mær
Eygnabrúgvin og knúgvarnir
Dagaðu undan tá oyggjarnar slitnaðu úr botni
Eri úr sama lívrunna tilfari
Sum basalt, kol, royða
Í mínum æðrum surkur og fuglablóð
Húðin spent um klettarnar
Elski tómu kensluna sum andar úr urð
Allastaðni skónin av gráum og grønligum børki
Vøtnini kúrr eygu
Túvublómur í eyri
Í allar ættir
Livandi oyða
Her havi eg altíð búð
Myndin av hesum skarpa landslagi í heilabørkini
Veit ikki hvar mítt mark gongur
Og hellurnar sprongdar av frost og sól
Taka við
|
||||
3. |
||||
VOLMAR LETUR EYGAÐ AFTUR
Volmar súkklar niðan brekku, dettur
reisist ikki aftur
Volmar súkklar niðan brekku, dettur
letur eygað aftur
|
||||
4. |
Dyrnar eru opnar (Live)
03:16
|
|||
DYRNAR ERU OPNAR
Dyrnar eru opnar,
men eingin veit, hvar ið tær eru.
Leitanin er byrjað,
men alt livandi og deytt stendur á berum.
Sólin hon stavar, eingin vandi hóttir,
tosar bert í gátum, sum eitt, ið ótt er.
Tú kanst ganga og ganga,
men ongastaðni, har onnur ikki stigu.
Tú kanst mála og mála,
men handa myndin hjá tær verður ongantíð liðug.
Sólin hon skelkir og svíður alt livandi av.
Úr dusti verða menniskju, tey vakna og anda,
men noyðast so aftur tunga vegin undir kav.
Tú kanst bjóða av og leypa á,
men tað varir bert eina løtu.
Eingin sleppur framvið varðmonnunum,
teir ganga ongum á møti.
Skýggini turrari enn nakrantíð.
Hvørnin hon gresjar, dagurin er tøkur.
Dunar sum ein fossur, tutlar sum ein løkur.
|
||||
5. |
Náttarljóð (Live)
07:30
|
|||
NÁTTARLJÓÐ
Mánalýsið sigur onki
Segði tað nakað
Var tað ikki mánalýsið longur
Men okkurt hvítt sum spakuliga gevur seg
Ella mistaki eg meg? Er mánalýsið sovorðið bleikt pulvur
droymarar brúka móti andvekri?
Á fínum vektum
Ber til at viga ljósið
Tað merkir at við heilt serligum oyrum
Ber til at hoyra glæmuna í náttlampuni suffa
Luftin slítist heldur ikki
Smakkar av munninum hjá grannakonuni og staranum sum
syngur í trænum
Atomini kroppurin er settur saman av
Hava onkuntíð verið partur av øðrum kroppi
Tey deyðu eru okkara millum
Verða smuglaði inn gjøgnum smáar rivur í lívfrøðini
Náttin fer varisliga gjøgnum húsini
Orðini eru skónin á eini vitsku sum dukar í øllum evni
Viðhvørt kenni eg meg heima
Sum var dagurin ein góður frakki um kroppin
|
||||
6. |
Onkran morgun (Live)
06:49
|
|||
ONKRAN MORGUN
Alt sum er fast
Loysnar
Knúturin í hjartanum
Láturin av varrunum
Aldurnar loysna
Máa strondina upp í grýtut ørindi
Hvørt ørindi skúm og sjófuglalát
Mánin dregur vøtnini og flotið í mínum kroppi
Æðrarnar ein reyð heingikoyggja undir mánanum
Droymi eg sigli gjøgnum býir av korallum
Lunguni í eini glasfløsku
Síggi meg sjálvan sum fostur
Tvey forvitin eygu í einum skínandi undirsjóvarbýi
Vindurin reisur heygar av froða
Vindurin fer við øskuni frá sløktum kærleika
Hjartað dukar
Upp millum bókstavarnar í mínum navni
Onkran morgun
Verða tað bara hini sum vakna
|
||||
7. |
Pompeii II (Live)
06:22
|
|||
8. |
Í prinsippinum (Live)
08:02
|
|||
Í PRINSIPPINUM
Í prinsippinum
er flogfarið ein fuglur við motori
Vegirnir
hondtøk í jarðskorpuna
stríða seg gjøgnum fannir av tiðnaðum orðum
endaleysar akfarsrøðir
á veg til arbeiðis
yvir í kioskina eftir sigarettum og bløðum
ella við kós móti kirkjugarðinum.
Tað er sovorðin órógv yvir vøtnunum.
Fagrar sjónir spyrja tíðina
hvat er tað fyri blómur, sum anga millum sekundini
hvar fara sekundini, tá tey fara?
Regnskjólini fúka við hvirlunum
prika holur í himmalhúðina.
Ælabogin tvørtur um sundið
ein brúgv av ljósi og litum
(men eisini støddfrøðiligi frymilin
undir kuplunum og akvaduktunum)
|
||||
9. |
Myrkursins muður (Live)
04:20
|
|||
MYRKURSINS MUÐUR
Ovast á ísmúri Tummas hann rennur
skundar sær undan bløðandi hondum
starir í svartan av flýggjandi veru
skuggar fyri sólini hon líðandi vaksur
Myrkursins muður
brýtur meg niður
byggir meg upp
sum leirkerasmiður
Tummas hann møðist og svartin hann minkar
sólglottar hómast turka hans enni
Tummas hann dettur fram eftir rommum
og rópar á svartan hví fórt tú frá mær
Myrkursins muður
brýtur meg niður
byggir meg upp
sum leirkerasmiður
|
||||
10. |
Tey deyðu (Live)
05:34
|
|||
TEY DEYÐU
Lat tey deyðu jarða tey deyðu
Reis teg upp og gakk tín veg
Tíðin hvílir á herðum mínum
Svong, og bíðar eftir mær
Hugurin flýtur yvir av eitri
Hjartað er heitt, men kalt, tá tað slær
Eri nú líkið, ið situr á trónu
Rotni burtur úr eygum á tær
Lat tey deyðu jarða tey deyðu
Reis teg upp og gakk tín veg
Fastur í jørðini, fái ei gingið
Kambur í hárinum hond omaná
Standi í sandrúgvu, líti í spegil
Søkki eins djúpt og alt, ið eg sá
Hvørvi úr dagslýsi, hvørvi við degnum
Lættur sum fuglur og villini rá
Lat tey deyðu jarða tey deyðu
Reis teg upp og gakk tín veg
|
||||
11. |
Stóra lívmóðirin (Live)
05:49
|
|||
STÓRA LÍVMÓÐIRIN
Heimurin er stóra lívmóðirin
Sum klekir alt sum luktar, sveiggjar og rópar
Í margfeldinum er tín vilji
Rættiliga týdningarleysur
Tú kanst keypa teg inn í heimin
Við tí gjaldoyra sum tú hevur við hondina
Men kursurin er líka umskiftiligur
Sum títt lyndi
Tú kanst klepra teg móti heiminum
Onkustaðni har heimurin er kleprutur
Ella tøma eitt glas
Við ljósareyðari marru í
Stóra lívmóðirin umsitur
Eisini kirkjugarðarnar
Lív og deyði
Hava sama upphav
Tá tú hyggur at klokkuni
Royn at kanna eftir hvørjumeðna miðnátt
Tú ert staddur
Men tey eru
Sum taka mánalýsið í álvara
|
ORKA Faroe Islands
"A unique force in music"
- Complete Music Update
"This is easily
one of the most individual and exciting acts to appear in a long time"
- Clash Music
"The Fly is twatted across the chops with dumbstruck awe... Charismatic, absurdly talented and possibly the most original band we’ve ever witnessed"
- The Fly
“Music with brains, heart and balls!”
- Dimmalætting
... more
Streaming and Download help
If you like ORKA, you may also like:
Bandcamp Daily your guide to the world of Bandcamp